Lági oljuprísurin dýrur fyri vinnuna

Lági oljuprísurin dýrur fyri vinnuna
Virksemið í oljuvinnuni í Noregi er minkað nógv. Fjórða hvørt skip í norsku frálandavinnuni liggur nú við kaj
Frálandavinnan í Noregi er í kreppu. 151 av teimum til samans 630 skipunum í norsku frálandavinnuni liggja nú við kaj, tí tey einki hava at gera
 
06.12.2016 - 17:55

151 skip í norsku frálandavinnuni liggja nú við kaj, tí teyr hava einki at gera. Talan er um ein fjórðapart av samlaðu skipunum í frálandavinnuni.

Tað upplýsir norski eksportbankin fyri Aftenposten. Bankin finst samstundis hvassliga at vinnuni fyri ikki at samstarva í nóg stóran mun.

Lági oljuprísurin kostar

Orsøkin til støðuna er lági prísurin á olju. Tað ger, at 151 av teimum 630 skipunum í norsku frálandavinnuni einki hava at gera.

Hóast tekin eru um, at oljuprísurin fer at hækka nakað, so er langt á mál hjá skipunum, tí virksemið í oljuvinnuni er minkað sera nógv.

Seinastu 10 árini er norska frálandavinnan vaksin sera nógv, og tí er skuldin í vinnuni sera høg. Einstøk feløg skylda upp í 20 milliardir krónur, skrivar Aftenposten.

Døpur útlit fyri 2017

Tí verður hildið fyri vist, at gongdin ikki verður stórt øðrvísi í 2017, og at loysnir mugu finnast fyri fleiri av feløgunum.

Seinastu tíðina hava nøkur feløg funnið loysnir við at gera avtalur við lánistovnarnar, samstundis sum partapeningurin er hækkaður.

Men feløgini áttu í nógv størri mun sjálvi roynt at funnið loysnir, sigur stjórin í Eksportbankanum, Wenche Nistad, við blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377