Heilsufrøðiliga: listeriavandi í fleiri vørum

Heilsufrøðiliga: listeriavandi í fleiri vørum
Tað eru fleiri matvørur frá Delika Aalborg A/S, sum verða afturkallaðar, tí vandi er fyri listeriabakterium í vørunum
Listeriasmittuvandi er í fleiri matvørum frá donsku verksmiðjuni Delika Ålboorg A/S
Mynd: www.delika.dk

10.12.2016 - 10:28

Listeriavandi í fleiri matvørum, klárar at eta, sum koma frá Delika Aalborg A/S. Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi.

Vøran frá Delika Ålborg A/S, sum skal beinast burtur er:

Vørur við pakkidato frá og við 7/11-2016 og til og við 6/12-2016

Sylta, 300 g

Kalkunsylta, 300 g

Rullupylsa, 350 g

Mesterpålæg hamburgararyggur, 90 g

Mesterpålæg roykt rullupylsa, 90 g

Slagtermesterens hovmester svínatjógv, 1,5-1,8 kg

Partyskinke, bæði kóka og roykt

Tað er ávíst listeria á framleiðsluútgerð og í eini einkultari liðugvøru. Sjúkueyðkenni við listeriasmittu er eitt nú beinkrím og líknandi sjúkueyðkenni, fepur, høvuðpína og møguliga maga- og tarmtrupulleikar. Hendinga ferð kann listeria viðføra meningitis og blóðeitran.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at lata vøruna aftur har hon er keypt, ella beina vøruna burtur.

<a href="https://www.hfs.fo/webcenter/faces/oracle/webcenter/webcenterapp/view/pa...íðindaskrivið frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037