Smyril Line veksur um flotan

Smyril Line veksur um flotan
Smyril Line hevur keypt eitt RoRo farmaskip, frá finska reiðarínum Bore, sum er partur av Spliethoff Group. Hetta skrivar Smyril Line í tíðundaskriv
Smyril Line keypt RoRo skip úr Finnlandi
 
20.12.2016 - 09:13

Skipið verður navngivið M/V Mykines.

M/V Mykines, fyrrverandi Auto Baltic var bygt í 1996, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Smyril Line yvirtekur skipið áleið tann 1. apríl 2017.

Smyril Line hevur so fýra skip í flotanum, Norrønu, Eystnes, Hvítanes og nú eisini Mykines.

Ætlanin hjá Smyril Line, er at stovna eina nýggja farmaleið millum Thorlakshøfn, ið liggur á vestursíðuni í Íslandi, Rotterdam í Hollandi og Føroyar. Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja miðvikukomu beinleiðis úr Rotterdam. Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta góðs beinleiðis niður til Rotterdam.

Nýggja farleiðin millum Rotterdam, Tórshavn og Thorlakshøfn gevur íslendskum inn- og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo loysn til og frá Reykjavíkarøkinum.

Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag. Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna, sum einasti RoRo flutningsveitari í Norðuratlants Havinum.

Nýggja farmaskipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, manningin telur íalt 24 mans. Smyril Line fer at skráseta skipið í føroysku altjóða skipaskránni FAS- og mannað skipið við føroyingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299