Trý feløg komin í hálvfinalurnar

Trý feløg komin í hálvfinalurnar
TB, SÍ og Fleyr hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum
 
20.12.2016 - 08:23

Trý lið hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í kvinnuflogbólti. Fjórða liðið verður funnið fyrst í januar mánaði. Tað áhugaverda er, at trý lið kappast um seinasta plássið í hálvfinalunum.
 
Í gjár gjørdist endaliga greitt, at Fleyr, SÍ og TB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.

Í bólki tvey var rættiliga javnt áðrenn umfarið í gjár. SÍ lá best fyri, men í roynd og veru kundu øll liðini spæla eg víðari.

SÍ var á vitjan hjá ÍF í Kambsdali, og tann dysturin endaði við 3-0 sigri til gestirnar. 

Hin dysturin var millum TB og Mjølnir í Trongisvági, og hóast gestirnir byrjaðu best og vunnu fyrsta settið, so fótaði heimaliðið sær, og endaði við at vinna 3-1, og seinna plássið í hálvfinalunum.
.
Í bólki eitt tók Fleyr ímóti oddaliðnum í landskappingini, Drátti. Dysturin var avgerandi fyri, hvør vann bólkin.

Fleyr vann greiðan 3-0 sigur. Tað hevur við sær, at Fleyr vinnur bólk eitt við sjey stigum. Enn er ikki greitt, hvat lið verður nummar tvey og fer víðari úr bólki eitt.

KÍF og Ternan skuldu eisini spæla, men tann dysturin mátti útsetast. Nýggi leikdagurin er settur at vera 5. januar.

Sum støðan er nú, kunnu øll trý liðini í bólki eitt spæla seg víðari. 

Tað er tó greitt, at Fleyr, SÍ og TB eru komin víðari í hálvfinalurnar, sum vera spældar í høllini á Hálsi tann 11. februar 2017.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV