Stýrið í ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service

Stýrið í ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service
Føroyar rættur skal nú gera av, um TAKS umsitur skattalógina rætt.
Stýrið í ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service
Mynd: Savn  
 
21.12.2016 - 13:47

Føroyar rættur skal nú gera av, um TAKS umsitur skattalógina rætt. Stýrið í ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service, tí stýrið sigur, at fólkið, sum felagið sendir til Noregs at arbeiða, hevur A-inntøku. 

Barsilsskipanin, sum TAKS umsitur, og Kærunevndin hjá ALS siga, at talan er um B-inntøku. Men ALS-stýrið sigur, at talan er um A-inntøku. Henrik Old, landsstýrismaður, sum varðar av báðum skipanum, sigur, at Barsilsskipanin, tað er TAKS, hevur rætt. Tí eigur ALS at viðganga, at inntøkan hjá teimum, sum P/f Faroe Offshore Service sendir til Noregs at arbeiða, er B-inntøka.

Henrik Old hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi, hví ásetingin í skattalógini um A og B inntøku bara er galdandi fyri Barsilsskipanina og ikki fyri Arbeiðsloysisskipanina. Henrik Old sigur, at skattalógin er tann sama fyri báðar skipanir. Tí eigur ALS at meta inntøkuna sum A-inntøku.

Tað hevur vakt ans, at fyrst boðaði ALS-stýrið Faroe Offshore Service frá, at tað góðtók avgerðina hjá Kærunevndini, - at ALS gav felagnum viðhald í, at talan var um B-inntøku. Men seinni stevndi ALS-stýrið Faroe Offshore Service við kravi um pengar, tí talan er um A-inntøku.

Ein annar spurningur hjá Bill Justinussen er, um ALS ikki eigur at rætta seg eftir avgerðini hjá Kærunevndini. Henrik Old svarar, at eingin heimild er í ALS-lógini at geva bindandi tilsøgn. Tað veldst um ítøkiligu umstøðurnar, nær til dømis ALS kann afturkalla eina avgerð. Og nú er málið latið Føroya rætti, sigur Henrik Old. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at meginreglan er, at ein stovnur skal rætta seg eftir avgerðum hjá Kærunevndum. Tað er tí sera óheppið, at ALS fyrst boðar frá, at avgerðin hjá Kærunevndini verður tikin til eftirtektar, men síðani avger at stevna mótpartinum, sum hevur fingið viðhald frá Kærunevndini. Samferðslumálaráðið metir hetta ikki at vera í samsvari við góðan og nøktandi fyrisitingarsið.

Men ALS hevur rætt til at stevna, og tað hevur ALS gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179