Finst at donsku stjórnini

Finst at donsku stjórnini
Aksel V. Johannesen, løgmaður, finst í samrøðu við Politiken at donsku stjórnini fyri ikki at loyva Føroyum nóg nógv framat í uttanríkispolitikkinum
 
24.12.2016 - 10:53

Føroyar eru ikki ein donsk región. Tað er ein útbreidd misskiljing, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við Politiken.

Føroyska støðan er, at grundlógin ikki er eitt relevant amboð at brúka, fyri at gera av, hvussu nógvan sjálvsavgerðarrætt Føroyar hava, sigur løgmaður við Politiken.

Herfyri fanst grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum hvassliga at Danmark fyri millum annað støðuna við uttanríkispolitikkinum, og kravdi, at Grønland fekk meira ávirkan á uttanríkispolitikkin.

Løgmaður vísur í Politiken á støðuna herfyri, tá Føroyar søktu um limaskap í Norðurlandaráðnum, men ikki fingu stuðul úr Danmark. Løgmaður vísur á, at danski politikkurin er vorðin munanandi strangari enn áður.

Danska stjórnin hevur strammað upp, tá tað ræður um møguleikarnir hjá Føroyum og Grønlandi at vera við í altjóða viðurskiftum. Hví havi eg ikki svar uppá. Men danska stjórnin hevur í øllum førum ein ørvísi og strangari hugburð, enn hon hevði í 1980, sigur løgmaður, og sipar til, at tá Føroyar í 1980 sendu umsókn um limaskap í Norðurlandaráðnum, var tað við stuðli frá táverðandi danska forsætisráðharranum, Anker Jørgensen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815