Hon bíðar enn eftir fundarboðum

Hon bíðar enn eftir fundarboðum
Fundarskrá er send út fyri fundin, men enn er ikki greitt, nær nýggja býráðið í Havn sleppur at skipa seg
Tað er framvegis ógreitt, nær nýggja býráðið í Havn sleppur at skipa seg. Annika Olsen bíðar enn eftir fundarboðum frá sitandi býráðnum
 
27.12.2016 - 14:32

Sambært kommunustýrislógini skal valda býráðið hava skipað seg innan nýggjár, tí tað tekur við 1. januar.

Nýggjársaftan er leygardagin, tað vil siga um fýra dagar. Tí eru bara fáir dagar eftir til nýggja býráðið, sambært lógini, skal skipa seg.

Borgarstjórin kallar saman

Tað er Heðin Mortensen, ið er fyrstvaldur í Tórshavnar býráð, ið skal kalla býráðið saman, men tað hevur hann ikki gjørt enn.

Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, men tað eydnaðist ikki útvarpinum til tíðindasendingina á døgurða.

Tað er langt síðani greitt, at Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Havn, tí Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt avtalum um samgongu í Tórshavnar býráð næstu fýra árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522