Mál um brúkaragjøld í tingið

Mál um brúkaragjøld í tingið
Tað gingu ikki nógvir tímar til ætlanin hjá nýggja býráðnum í Havn um brúkaragjøld á eldraøkinum endaði hinu megin vegin í Løgtinginum
Jenis av Rana í Miðflokkinum hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Javnaðarflokkurin eisini fer at áleggja teimum eldru brúkaragjøld
 
04.01.2017 - 07:52

Jenis av Rana í Miðflokkinum hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Javnaðarflokkurin eisini fer at áleggja teimum eldru brúkaragjøld.

Jenis av Rana vil hava at vita, um politikkurin hjá tveimum samgonguflokkuum í býráðnum í Havn eisini fer at síggjast aftur í landspolitikkinum.

Hinir báðir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, eru eisini í meirilutanum í býráðnum í Tórshavnar kommunu.

Óttast ójavna

Tann meirilutin boðaði frá í gjár, at fólkapensjónistar í Tórshavnar kommunu kunnu keypa sær ymsar tænastur.

Jenis av Rana spyr eisini, um hendan avgerðin hjá tveimum samgonguflokkum ikki fer at órógva samráðingarnar hjá Eyðgunn Samuelsen um nýggja pensjónsskipan.

Hann spyr eisini, um avgerðin um brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu ikki fer at føra til ójavna í liviumstøðunum hjá teimum eldru, tí tey í einum øki noyðast at gjalda fyri tænastur sum í øðrum økjum eru ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328