Nýggjur stjóri í Sankta Frans skúla

Nýggjur stjóri í Sankta Frans skúla
52 ára gamla Aslaug Olsen tekur við stjórastarvinum 1. februar
 
27.01.2017 - 14:25

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Aslaug Olsen í starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla.

Aslaug Olsen er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 2002. Harumframt hevur hon tikið merkonom- og diplomútbúgving í leiðslu umframt ymisk skeið í leiðslu og námsfrøði.

Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í 12 ár, og hon hevur eisini verið virkandi skúlastjóri í Stranda skúla seinasta árið.

Aslaug Olsen tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sankta Frans Skúla tann 1. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026