Arbeiðsloysið er størst millum ungar kvinnur

Arbeiðsloysið er størst millum ungar kvinnur
Kvinnur í aldrinum 25 til 35 ár eru harðast raktar av arbeiðsloysi, vísa tøl frá Hagstovuni.
 
25.02.2017 - 11:30

Arbeiðisloysið, sum er 2,3 prosent, er tað lægsta í 8 ár. 

634 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í januar - 196 færri enn fyri hálvum ári síðani, vísa tøl frá Hagstovuni.

Kvinnurinar harðast raktar

Men tað er ymiskt, hvussu arbeiðsloysið rakar.

Tann bólkurin, ið harðast raktur av arbeiðsloysi, eru kvinnur í aldrinum 25 til 35 ár. 

Í tí bólkinum er arbeiðsloysi 5,1 prosent. Tað er næstan tvífalt tað, sum arbeiðsloysið er í miðal fyri allar kvinnur í øllum aldurbólkum. 

Arbeiðsloysið er minst hjá teimum 45-54 ára gomlu - 1,8 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040