Byggja 50 metrar høgan bygning

Byggja 50 metrar høgan bygning
MEST arbeiðir við eini ætlan um at inniloka turrdokkina á Skála. Bygningurin skal ætlandi verða hægri enn Vesturkirkjan
MEST vil sleppa at inniloka turrdokkina á Skála. Bygningurin verður 50 metrar høgur, og tí skulu borgarar á Skála eisini sleppa at siga sína hugsan
 
27.02.2017 - 12:26

Men tað krevur broytingar í býarplaninum og byggisamtyktini, tí talan verður um ein bygning sum er 50 metrar høgur, og sostatt hægsti bygningur í landinum.

Ætlanin er at skipa fyri borgarafundi á Skála um ætlanina, har MEST skal leggja ætlanina fram, áðrenn Runavíkar Býráð fer at taka endaliga støðu til ætlanina.

MEST ongar viðmerkingar

Stjórin í skipasmiðjuni MEST vil ikki gera viðmerkingar til ætlaninar, so leingi sum málið verður viðgjørt.

Tað er fyri at gera arbeiðsumstøðurnar betri, og fyri at halda vindi og veðrið úti, at skipasmiðjan MEST á Skála, arbeiðir við eini ætlan um at inniloka turrdokkina.

Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. Hann vil ikki í løtuni gera fleiri viðmerkingar til ætlanina, tí málið verður viðgjørt av myndugleikunum.

Runavíkar Býráð umrøtt málið

Býráðið samtykti hóskvøldið at taka undir við tilmælum frá bæði Vinnu- og havnanevndini og frá Byggi- og býarskipanarnevndini, sum vilja hava MEST at koma við nærri lýsing av bygninginum, hædd og útsjónd, og at málið síðani verður lagt aftur fyri nevndirnar til viðgerðar.

Tekniska deildi mælir haraftrat til at skipa fyri einum borgarafundi, har MEST greiðir frá ætlanini, og síðani at gera eina serstaka byggisamtykt fyri byggingina.

Í ásetingini fyri økið á Skála, er nú galdandi, at eingin bygningur má vera hægri enn 6,5 metrar, hóast fleiri eru hægri enn tað. Men skulu ásetingarnar loyva MEST at inniloka turrdokkina, so má ásetingin vera 50 metra hædd, og tí verður mælt til at eingin avmarking verður í hæddini.

Krevur serstaka byggisamtykt

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur svarað Runavíkar kommunu, at broytingin verður ikki góðkend, um at einki mark skal vera fyri hæddini á bygningi sum verður bygdur á økinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið sigur í svarinum, at ein stór høll við eini hædd uppá 50 m nærhendis íbúðarøki er eitt so stórt inntriv, at tað má verða lýst væl og virðiliga fyri borgaranum, eitt nú við myndum, sum vísa bygningin ymsastaðini frá á Skála og hinumegin fjørðin.

Eisini verður mælt til, at bygging hægri enn til dømis 15 metrar skal vera sambært serstakari byggisamtykt.

Mæla til borgarafund

Tí mælir tekniska deild til, at kommunan eigur at skipa fyr einum borgarafundi á Skála, har MEST kann greiða frá ætlanini og vísa myndir og møguliga modell av ætlaðu byggingini.

Og síðan at gera eina serstaka byggisamtykt fyri byggingina. Við serstakari byggisamtykt er møguligt at áseta hædd, skap, lit við meira á byggingini. 

Verður skipað fyri borgarafundi á bSkála, so fer MEST at greiða fólkinum frá ætlanini, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST.

Hægsti bygningur í landinum er Vesturkirkjan, sum er 40,9 metrar høg, so bygningurin omaná turrdokkina á Skála, verður næstan 10 metrar hægri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107