Avgjørt: Grótið fer á Sund

Avgjørt: Grótið fer á Sund
Grótið úr Eysturoyartunlinum verður sum ætlað brúkt til at útbyggja vinnuøkið á Sundi, hóast eingin ítøkilig ætlan er um, hvussu økið skal brúkast
Ætlanin er leggja grótið úr Eysturoyartunlinum eystan fyri verandi bryggju á Sundi. Mótmælini hjá kaldbaksfólki vóru til fánýtis
 
28.02.2017 - 09:59

Men fleiri hava sýnt økinum áhuga, millum annað Brennistøðin, Brandskúlin, Kosangas og Biogas, sigur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu.

Ætlanin er leggja grótið eystan fyri verandi bryggju á Sundi. Tað samtykti Vinnunevndin hjá býráðnum síðst í oktober í fjør.

Hava mótmælt til fánýtis

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at halda fast við ætlaðu broytingina í almennu byggisamtyktini fyri økið eystan fyri havnarøkið á Sundi. 

Til býráðsfundin hóskvøldið mælir Byggi- og býarskipanarnevndin til at taka undir við hesum. Fólk í Kaldbak hava mótmælt ætlanini, men fingu ikki viðhald í Yvirfriðingarnevndini. 

Tey, sum mótmæla, siga, at økið, sum ætlanin er taka, er vakurt og serstakt og kemur tí undir lógina um náttúrufriðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 8mf
210520