Búskaparráðið: Búskapurin framvegis ikki haldførur

Búskaparráðið: Búskapurin framvegis ikki haldførur
Fíggjarliga haldførið hjá landskassanum er ikki gott. Tað kann gerast hættisligt fyri føroyska búskapin í framtíðini
Tað kann gerast hættisligt fyri føroyska búskapin í framtíðini, um avbjóðingin við langtíðarhaldførinum ikki verður møtt, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum
 
02.03.2017 - 12:21

Føroyski búskapurin er ikki haldførur. Tað vísti várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum í 2015. Síðani hevur tilmælið frá Búskaparráðnum verið, at tað almenna beinanvegin eigur at fara í gongd við nýskipanir og vinnupolitisk tiltøk, ið styrkja almenna búskapin.

Men enn er einki hent, sum kann bøta um haldførið í búskapinum. Tey tiltøk, sum landstýrið hevur gjørt í seinastuni, hava ikki havt stórvegis ávirkan á fíggjarliga haldførið.

Kann gerast hættisligt fyri búskapin

Til dømis hevur flyting av pensjónsútreiðslum frá landi til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ikki nakra ávirkan á haldførið hjá almenna geiranum - hetta er bara ein flyting innan almenna geiran.

- Tað kann gerast hættisligt fyri føroyska búskapin í framtíðini, um avbjóðingin við langtíðarhaldførinum ikki verður møtt, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, eftir at hann legði fram nýggjastu frágreiðingina hjá Búskaparráðnum.

Hoyr eina longri samrøðu, sum útvarpið hevði við Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum, í útvarpstíðindunum á døgurða í dag, á slóðini her Útvarpstíðindi 12:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037