Tríggir nýggir kommunulæknar

Tríggir nýggir kommunulæknar
Føroyar hava fingið tríggjar kommunulæknar afturat. Allir tríggir læknarnir eru kvinnur
Tríggir nýggir kommunulæknar eru nú í Føroyum. Tríggjar kvinnur eru júst útbúnar í almennum medisini
 
02.03.2017 - 08:59

Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs eru júst lidnar við útbúgving sína sum serlæknar í almennum medisini, í tí, sum vanliga verður nevnt kommunulækni, upplýsir Landssjúkrahúsið.

Tær hava allar fingið styttri vikariat hjá kommunulækna. Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs hava tikið serlæknaútbúgvingina, sum er hálvt fimta ár, á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini, har tær hava verið hjá kommunulæknum kring landið.

Greinin heldur fram niðanfyri


Í løtuni eru 11 læknar í útbúgving til kommunulækna. Væntandi verða tveir læknar afturat liðugt útbúnir 31. august í ár.

Í Føroyum er hendan útbúgving skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136