Málið um yvirtøku í tingið

Málið um yvirtøku í tingið
Løgtingið skal, áðrenn tað fer í summarfrí, taka støðu til, um føroyingar eiga at yvirtaka persónsfrælsi, húsfólkafrælsi og arvarættin
 
09.03.2017 - 14:30

Yvirtøkan skal fremjast ólavsøkudag næsta ár, sambært uppskotinum hjá løgmanni. Hon kostar 10,3 milliónir krónur um árið. Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur.

Millum lógirnar eru hjúnabandslógin og lógin um foreldramyndugleika. Harafturat eru sjey lógir og níggju millumtjóða sáttmálar og avtalur í Danmark, sum ikki eru sett í gildi í Føroyum.

Samráðingarnar við danir um yvirtøkuna eru lidnar. Men allir praktiskir spurningar eru ikki avgreiddir enn, so sum starvsfólkaviðurskiftini, hvussu avgreidd og ikki avgreidd mál skulu latast føroyingum, heimasíðan, og vegleiðingar skulu skrivast á føroyskum.

Ein onnur yvirtøka er eisini í Løgtinginum. Fólkaflokkurin skjýtur upp at yvirtaka kortmyndugleikan og landmátingarmyndugleikan 1. januar næsta ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815