Lógin um háskúlar broytast

Lógin um háskúlar broytast
Aldursmarkið fyri at sleppa á háskúla skal lækkast. Háskúlarnir fáa bara studning til næmingar, sum eru 17 ár ella eldri
 
10.03.2017 - 08:08

Nú hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, biðið løgtingið broyta lógina, so aldursmarkið verður níggjundi flokkur í fólkaskúlanum.

Tey, sum hava tikið prógv í níggjunda flokki ella hava sama aldur sum tey, tað er 15 ella 16 ár, skulu eisini sleppa í háskúla. 

Skulu fáa studning til mat

Harafturat verður skotið upp, at háskúlarnir eisini fáa studning til mat. Skotið verður harafturat upp, at ítróttur og rørsla og almenn siðmenning verða tikin við í endamálið hjá háskúlum. 

Mentamálaráðið tekur undir við Føroya fólkaháskúla, sum sigur, at neyðugt verður at hækka rakstrarstuðulin, tí skúlin noyðist at hava størri ansing í vikuskiftunum, nú næmingarnir verða yngri. 17 ára aldursmarkið er ein forðing hjá háskúlunum.

Til dømis søktu 19 um at sleppa í Háskúlan í Suðuroy á heysti í fjør. Bara tíggju vóru 17 ár ella eldri. Lógin um Húsarhaldsskúlan skal eisini broytast, so aldursmarkið har lækkar úr 16 niður í 15 ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342