Enn eina kæra um Høgna Hoydal

Enn eina kæra um Høgna Hoydal
Formaðurin í landsstýrismálanevndini heitti í morgun á nevndina um at kanna um Høgni Hoydal segði satt í Løgtinginum mikudagin
 
13.03.2017 - 15:43

Formaðurin í landsstýrismálanevndini hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna um Høgni Hoydal tosaði satt, tá hann fekk ein ófráboðaðan spurning í løgtinginum um Anti-trust regluna í uppskotinum um fiskivinnunnýskipan. 

Fýra mál vóru á skrá hjá nevndini, men ikki øll vóru viðgjørd. Sambært Jógvani Skorheim viðgjørdi nevndin kæruna hjá Jørgeni Niclasen um Høgna Hoydal, um at hann hevur tikið makrelkvotur aftur og latið tær til fiskivinnuroyndir, umframt eina kæru frá Jacob Vestergaard um Aksel V. Joahnnesen, har hann vil vera við, at Aksel V Johannesen leyg í tinginum, tá hann segði, at hann ikki hevði verið partur av handli við veiðuloyvum.

Høgni Hoydal og Aksel V Johannesen eru bidnir um at koma við eini frágreiðing.

Harumframt tók nevndin støðu til eina áheitan frá formanninum Jógvan Skorheim, sum vil hava nevndina at kanna um Høgni Hoydal segði satt í tinginum mikudagin, tá hann fekk ein ófráboðaðan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Óluvá Klettskarð vildi vera við, at Anti-trust reglan í fiskivinnunýskipanini merkir, at reiðarin Hanus Hansen má niðurlaða sítt virksemi. Høgni Hoydal segði, at reglan ikki rakar aftur eftir einans framtíðarvirksemi.

Hetta er ikki rætt, heldur formaðurin í landsstýrismálanevndini, sum vil hava nevndina at kanna málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360