Nýggjur sáttmáli fyri farmaskipini

Nýggjur sáttmáli fyri farmaskipini
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri farmaskip hava gjørt tríggjar nýggjar sáttmálar
 
13.03.2017 - 17:43

Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip. Sáttmálarnir eru galdandi til 1.mars 2019.

Samanumtikið hækka lønin og eftirlønin 2,2 prosent í ár og 2,3 prosent næsta ár. Eftirlønin hækkar eitt prosentstig hvørt árið og kemur upp í tíggju prosent næsta ár.

Hetta er sama hækking sum í sáttmálanum millum Maskinmeistarfelagið og Reiðarafelagið fyri farmaskip. Samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri farmaskip og Skipara- og navigatørfelagið eru ikki lidnar. Tær halda fram í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360