Greinari ávarar: Seljið ikki í óðum verkum

Greinari ávarar: Seljið ikki í óðum verkum
Tað almenna eigur ikki at selja síni partabrøv í BankNordik, heldur ikki hóast prísurin er góður, sigur danskur partabrævagreinari
Hóast keyparar óivað vilja bjóða ein góðan prís fyri BankNordik, so ávarar greinari tað almenna um at selja síni partabrøv í bankanum í óðum verkum
 
15.03.2017 - 15:48

Tað er fyrst og fremst ein yvirskipaður spurningur, um landið skal eiga í peningastovnum yvirhøvur, ella um landsstýrið selur sín part í BankNordik.

Tað sigur Peter Ejdesgaard Jeppesen, partabrævagreinari. Hann sigur, at hann hevur ikki greinað BankNordik, tað er, um bankin er yvirmettur ella undirmettur.

Løgtingið fer hósdagin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum, um at landið skal selja sín part í BankNordik, og brúka pengarnar, sum fáast fyri hann, til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum.

Hoyr alla samrøðuna við Peter Ejdesgaard Jeppesen, partabrævagreinara, í útvarpstíðindunum her Útvarpstíðindi 12:20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111