- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í fjósi á Nesi

Um middagsleitið í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í fjósi á Nesi.
Ein tíma seinni var eldurin sløktur. Fjósið verður vanliga brúkt sum verkstaður - eingin var í fjósinum, tá eldurin kyknaði. Nú kannar løgreglan, hvat tað var, sum hendi.
Løgreglan var úti í nátt og steðgaði hálvthundrað bilum, men í øllum førum vóru viðurskiftini í lagi við bæði bilum og bilførarum. Men øðrvísi var í morgun, tí klokkan trý korter til tíggju vóru tveir mans tiknir í Hoyvík - teir eru nú skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Ógreitt er, hvussu høg promillan var hjá teimum báðum, men blóðroynd er tikin og menninir eru avhoyrdir.
Tá svarið við blóðroyndunum kemur um eina viku, verður greitt, hvussu harða revsing menninir


























