Háaldursmarkið fyri koyrikort hækkast

Háaldursmarkið fyri koyrikort hækkast
Aldursmarkið fyri nær fólk, sum eru komin upp í árini, skulu endurnýggja sítt koyrikort, skal verða 75 ár og ikki 70 ár
 
20.03.2017 - 09:09

Broytingin er partur av lógaruppskotinum um broyting av løgtingslóg um ferðslu, sum Henrik Old, landsstýrismaður hevur lagt fram, og sum var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landslæknin mælir til, at aldursmarkið fyri, nær koyrikortið til vanligan bil skal fara ígjøgnum kravda læknakanning, verður hækkað til 75 ár.

Danir hava hækkað aldursmarkið

Danir hækkaðu aldursmarkið í 2015, og sambært landslæknanum er onki, sum talar ímóti, at markið fyri endurnýggjan av koyrikorti til motorsúklu og vanligan bil eisini verður 75 ár í Føroyum. Heilsuviðurskiftini eru sum heild á sama støði, ella betri, samanborið við hini norðurlendsku londini.

Landslæknin mælir somuleiðis til, at strika treytina um nóg góð oyru fyri førarar av ávísum motorakførum, har tað av ferðslutrygdarávum ikki er tørvur á, at førarin hevur nóg góða hoyrn.

Førarin hevur møguleika fyri at viga upp ímóti manglandi hoyrnini við, at bilurin er útgjørdur við tveimum síðuspeglum, sum allir bilar eru útgjørdir við í dag, stendir í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026