Søkja eftir nýggjum stjórum

Søkja eftir nýggjum stjórum
Stjórar skulu setast á Tjóðsavninum og Landsbókasavninum, sum nú skulu skiljast sundur frá Søvnum Landsins
Søkt verður nú eftir stjórum til Tjóðsavnið og Landsbókasavnið eftir at stjórin á Søvnum landsins herfyri varð fluttur í annað starv
 
20.03.2017 - 14:20

Søvnini vóru ein partur av Søvnum Landsins, men eftir at Løgmansskrivstovan tók avgerð um, at Søvn Landsins skuldu skiljast sundur aftur, og eftir at stjórin á Søvnum Landsins varð fluttur í annað starv, skulu nýggir stjórar setast.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Føroya Landsbókasavni verður at menna stovnin til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Tjóðsavni Føroya verður eisini at menna náttúru- og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn, stendur í tíðindaskrivinum, løgmansskrivstovan hevur sent út.

Umsóknir til stjórastørvini skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017 klokkan 12:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436