Kanna hvat bygningar skulu brúkast til

Kanna hvat bygningar skulu brúkast til
Nú skal greiða fáast á, hvat gomlu skúlabygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, tá undirvísingin er flutt í Glasir í Marknagil
Mentamálaráðið biður nú um uppskot um, hvat bygningarnir hjá Glasi í Hoydølum, tað er gamli Studentaskúlin og HF-skeiðið, skulu brúkast til, tá skúlin eina ferð flytur í Marknagil
 
31.03.2017 - 08:14

Mentamálaráðið biður nú um uppskot um, hvat bygningarnir hjá Glasi í Hoydølum, tað er gamli Studentaskúlin og HF-skeiðið, skulu brúkast til, tá skúlin eina ferð flytur í Marknagil.

Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri landsstýrið. Ymisk hugskot eru longu um, hvat skal vera í Hoydølum í framtíðini.  

Men áðrenn endalig støða verður tikin, vil Mentamálaráðið frætta frá øllum, hvussu tey kundu hugsað sær at gagnnýtt økið. Uppskotini skulu vera ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flestum at gagni. 

Fyri at tryggja, at tey, sum koma við uppskotum, meina tey í álvara, skulu bæði verkætlanarlýsing og fíggingarleistur vera saman við uppskotinum. Uppskotini skulu vera hjá Mentamálaráðnum í seinasta lagi 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482