Fyrrverandi ráðharri í føroyska nevnd

Fyrrverandi ráðharri í føroyska nevnd
Charles Hendry, sum var orkumálaráðharri í bretsku stjórnini frá 2010 til 2012, er á veg í nevndina hjá Atlantic Petroleum
Ein fyrrverandi enskur ráðharri er á veg í nevndina hjá føroyska partafelagnum, Atlantic Petroleum
 
04.04.2017 - 15:13

Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum tann 28. apríl fer nevndin í felagnum at skjóta upp, at konservativi Charles Hendry, sum var orkumálaráðharri í bretsku stjórnini frá 2010 til 2012, verður nevndarlimur.

Uppskotið er komið frá British Oil og Gas, sum hevur lænt Atlantic Petroleum pengar. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali á aðalfundinum. Teir eru David A. MacFarlane, sum er formaður, Jan Eiden Müller og Knud Hans Nørve.

Teir halda ikki fram, tí nevndin skjýtur upp at velja Charles Hendry, Birgir Durhuus og Ben Arabo, sum er stjóri í felagnum, í nevndina. Birgir Durhuus var í nevndini frá 2009 til 2015. Hann var formaður. 

Skotið verður upp á aðalfundinum, at yvirskotið í 2016, 12 milliónir krónur eftir skatt, verður flutt til næsta roknskaparár, sum er 2017.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786