Hava fingið longri freist

Hava fingið longri freist
Nevndin, sum er sett at skipa eina ferðavinnuútbúgving í Føroyum, hevur ein mánað afturat at gera tilmælið
 
04.04.2017 - 08:54

Dagurin, nevndin skal vera liðug, er nú 1. mai. Nevndin varð sett 10. mars og fekk bara til 1. apríl at koma við tilmæli til landsstýriskvinnuna í skúlamálum.

Freistin er stutt, tí ætlanin er at fara undir útbúgvingina í september. Nýggja ferðavinnuúbúgvingin verður í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum nú eitir Miðnám í Vestmanna. 

Nevndin skal taka støðu til bæði innihald, útbúgvingarlongd, og hvørjir víðari møguleikar eru hjá teimum lesandi, tá tey eru liðug við útbúgvingina í Vestmanna.

Tað var meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum mælti til at játta eina millión krónur í ár til ferðavinnuútbúgving í Vestmanna. Tí tók Løgtingið undir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107