Alsamt fleiri doyggja av hesum

Alsamt fleiri doyggja av hesum
Royking krevur í dag fleiri mannalív enn í 1990. Hetta hendir hóast talið á roykjarum í nógvum londum er minkað síðstu árini
Andlát, sum stava frá royking, eru økt við fimm prosentum síðani 1990, staðfestir ein nýggj kanning
 
06.04.2017 - 17:19

Tað vísir ein nýggj kanning, sum er almannakunngjørd í vísundaliga tíðarritinum, The Lancet. Kanningin staðfestir, at talið á andlátum, sum stava frá royking, er økt fimm prosent síðan 1990.

Granskararnir ávara um, at talið kann økjast meira, um stóru tubbakksfyritøkurnar halda fram at útvega sær nýggjar marknaðir - serliga í menningarlondunum. Kring heimin er royking atvoldin til 10% av øllum andlátum.

Herferðir rína ikki við

Annars hava miðvísar herferðir móti royking við avgjøldum og ávaringum á sigarettpakkunum fingið nógv at gevast at roykja seinastu árini, men ikki allastaðni.

Í Indonesia, Bangladesh og Filipsoyggjunum er talið á roykjarum óbroytt frá 1990 til 2015. Og í Ruslandi er talið á kvinnum, sum roykja, økt yvir fýra prosent hetta tíðarskeiðið.

Eisini í Afrika økist talið á roykjarum. Heimsheilsustovnurin, WHO, væntar, at talið á roykjarum í økinum sunnan fyri Sahara verður 50% hægri í 2025 enn í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532