Føroyskt lýsingarátak altjóða heiðursløn

Føroyskt lýsingarátak altjóða heiðursløn
Sheep View-átakið, hjá Visit Faroe Islands, vann gull á World Media Awards í London hóskvøldið fyri heimsins besta ferðavinnuátak í 2016
Lýsingarátakið, Sheep View, hjá Visit Faroe Islands hevur vunnið eina altjóða virðisløn
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
07.04.2017 - 10:31

Hini, sum vórðu tilnevnd, vóru Airbnb, Marriott International, London & Partners og Destination Canada, men Føroyar vunnu altso við Sheep View.

World Media Award er samstarv millum leiðandi miðlarnar í heiminum: New York Times, Washington Post, Bloomberg, Forbes, Fortune, Newsweek, Time, The Economist, Wall Street Journal and National Geographic og Wohooo.

Føroyar vunnu eisini silvur í Grand Prix-bólkinum, har vinnararnir í øllum bólkum vóru umboðaðir. Í Grand Prix varð Visit Faroe Islands tilnevnt saman við millum annað Universal Pictures, Shell, Tata Motors og Bet 365.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097