Ikki sama rætt at ansa børnum

Ikki sama rætt at ansa børnum
Føroyingar og grønlendingar hava ikki sama rætt í ríkinum sum fólk í ES og EFTA hava, tá ræður um almennan studning til at ansa sínum egnu børnum
 
07.04.2017 - 09:05

Mai Mercado, ráðharri í barnamálum og almannamálum, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Hann spurdi, um ráðharrin heldur tað vera í lagi, at føroyingar og grønlendingar eru verri fyri at fáa studning til at ansa sínum egnu børnum í Danmark, enn fólk í ES og EFTA.

Mai Mercado sigur, at reglurnar eru ikki tær somu fyri Føroyar og Grønland sum fyri londini í ES og EFTA. Lógin sigur, at fyri at fáa studningin, skulu fólk hava búð í Danmark í minstlagi sjey ár av teimum seinastu átta árunum.

Uppskot kemur í vár

Tað er galdandi fyri føroyingar og grønlendingar. Men ikki fyri londini í ES og EFTA, tí Danmark er í ES og EBS samstavinum millum ES og EFTA. 

Fyri fólk úr hesum londum telja tey sjey árini eisini við, um fólk hava búð í einum øðrum ES landi enn Danmark ella í einum EFTA landi.

Mai Mercado sigur tó, at danska stjórnin í vár kemur við uppskoti um, hvussu studningslógin skal skipast. Tá verður spurningurin um rættindini hjá føroyingum og grønlendingum eisini umhugsaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328