Húsar lyftu Klaksvík upp um 5,000, og lønin hækkar

Húsar lyftu Klaksvík upp um 5,000, og lønin hækkar
Borgarstjórin fær 4.200 kr. meira í løn og hini í býráðnum fáa eisini meira eftir samanleggingina
Húsa kommuna og Klaksvík løgdu saman á nýggjárinum, so nú er øll Kalsoyggin í Klaksvíkar kommunu.
 
14.04.2017 - 09:30

Borgarstjórin í Klaksvík fer nú at fáa meira løn, og samsýningarnar hjá býráðslimunum hækka eisini, eftir at Húsa og Klaksvíkar kommunur løgdu saman á nýggjárinum.

Sambært kunngerðini um kommunustýrislimir verða lønir og samsýningar ásettar eftir fólkatalinum í kommununum.

Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið. Tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin. Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvar fáa løn sambært 38. lønarflokki, knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin.

Upp um 5.000

Fólkatalið í Klaksvík fór upp um 5.000 eftir at Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt við fyrru viðgerð at hækka lønina hjá borgarstjóranum og samsýningina hjá býráðslimunum.

Verður málið eisini samtykt við aðru viðgerð, fær Jógvan Skorheim, borgarstjóri, góðar 52.000 túsund krónur í løn um mánaðin sum borgarstjóri í Klaksvík. Onnur viðgerð stendur at vera á býráðsfundinum 4.mai.

Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er kortini borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svarar til 39. lønarflokk hjá Tænastumannafelagnum, og tað eru góðar  55.600 krónir um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129