Valúrslitið gevur Erdoğan nógv størri vald

Valúrslitið gevur Erdoğan nógv størri vald
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, hevur vunnið í søguligari fólkaatkvøðu, sum fremur stórar broytingar í Turkisku grundlógini
 
17.04.2017 - 09:46

Sadi Güven, sum er formaður í Turkisku valnevndini YSK, váttaði úrslitið í nátt fyri miðlum í Ankara.

Tá ið úrslitið var kunngjørt vóru tey sum atkvøddu ja góð 1,2 milliónir fleiri í tali enn tey, sum atkvøddu nei, meðan 600.000 atkvøður ikki vóru taldar.

Fleiri klagur hava verið um atkvøðusnýt, eisini frá flokkinum hjá forsetanum sjálvum AKP, tí valnevndin ikki hevði stempla allar aktvøðuseðlar, soleiðis, sum hon átti at gera.

Andstøðan hjá Erdogan vil vera við, at ein triðingur av atkvøðunum eru falskar, tí hesar einki stempul hava. Men Güven segði, at valnevndin hevði gjørt av, at óstemplaðar atkvøður skuldu telja við, uttan so, at tað kundi prógvast, at tær vóru svikaligar.

At hendan avgerðin er tikin í síðstu løtu setur stórar spurningar við, um atkvøðan skal vera í gildi, sigur andstøðan. Men valnevndin vil vera við, at avgerðin varð tikin áðrenn úrslitini komu inn, og at eygleiðarar hjá AKP og andstøðuni vóru til staðar á øllum atkvøðustøðum.

Smáar 60 milliónir fólk hava valrætt í Turkalandi, og tí tekur fínteljingin eina góða viku. Alemnnu úrslitini væntast at vera klár um einar 11-12 dagar.

Úrslitið gevur, sum sagt, forsetanum møguleika at kollvelta ovasta valdið í Turkalandi. Landið verður broytt frá parlamentariskum fólkaræði til eina forsetarepublikk. Og tað verður sagt at vera størsta broyting í søguni hjá Turkalandi, síðan tað var stovnað í 1923.

Erdogan forseti sigur, at hann alt fyri eitt fer at arbeiða fyri at seta deyðarevsing í gildi aftur. Um neyðugt, skal henda broyting eisini fyri eina fólkaatkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979