Eftirlýsti maðurin er funnin

Eftirlýsti maðurin er funnin
Stutt fyri klokkan hálvgum níggju í morgun fann løgreglan eftirlýsta mannin, sum flýddi úr varðhaldinum í Mjørkadali í gjár
 
20.04.2017 - 08:33

Løgreglan fann mannin í Kaldbak. Hann varð tikin við á politistøðina í Havn, har hann verður avhoyrdur.

Løgreglan leitaði eftir manninum við hundum í nátt, og í morgun vórðu bjargingarfelagið í Kollafirði og í Tórshavn boðsend at koma til hjálpar.

Tyrlan hjá Atlantsflogi var eisini við í leitingini eftir manninum, sum flýggjaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520