Seks skip landa í næstu viku

Seks skip landa í næstu viku
Fiskamarknaður Føroya skrivar, at væntandi koma eini seks skip, sum royna undir Føroyum, inn at landa í næstu viku
 
29.04.2017 - 18:36

Tað verður mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og eitt er við Ísland. 


Eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað við Ísland, landar eisini í næstu vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. 


Viðvíkjandi útróðri, so er streymurin harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Veðrið verður gott, so tí væntar Fiskamarknaðurin nakað av útróðri. 


Ein djúpvatnstrolari er farin at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. 
Restin liggur við bryggju, men onkur fer út í næstum.

Flestu partrolararnir eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er framvegis smáligur. Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gullaks.


Fimm trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu, og nakað av flatfiski. Teir landa helst miðskeiðis í vikuni. 


Tvey garnaskip fiska svartkalva og tey koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni, og fiskiskapurin hjá teimum hevur verið brúkiligur í seinstuni. 


Og eitt garnaskip fiskar havtasku, skrivar Fiskamarknaður Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751