Fáa ongan pening úr landskassanum

Fáa ongan pening úr landskassanum
Ein ósemja um, hvussu 26 milliónir krónur skulu útreiðsluførast, ger, at eldraøkið í Norðoyggjum ikki fær pening frá landinum til eldrarøktina
Eldraøkið í Norðoyggjum fær í løtuni ongar pengar úr landskassanum. Orsøkin er at finna í eini drúgvari ósemju millum Fíggjarmálaráðið og Norðoya Bú- og Heimatænastu
 
03.05.2017 - 09:56

Eldraøkið í Norðoyggjum fær í løtuni ongar pengar úr landskassanum. Orsøkin er at finna í eini drúgvari ósemju millum Fíggjarmálaráðið og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Stríðið stendur um, hvussu 26 milliónir krónur skulu útreiðsluførast. Trætan hevur staðið við í meira enn eitt ár og snýr seg um, hvar skuldin fyri íløgurnar í tveir stovnar í Klaksvík - Sambýlið á Heygnum og Heimið við Vágna - skal plaserast.

Klandur um 26 milliónir

Talan er um tveir stovnar, sum eru partur av eldrasamstarvinum í Norðoyggjum, Norðoya Bú- og Heimatænanasta. Til samans er talan um íløgur fyri 26 milliónir krónur.

Men tá Fíggjarmálaráðið - sum skal góðkenna roknskapirnar, bæði hjá kommunalu eldra-samstørvunum og hjá einstøku kommununum kring landið, fer at hyggja gjøgnum tølini, eru íløgurnar ongastaðni útreiðsluførdar.

Gamaní er upplýst í roknskapinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, at íløgurnar eru gjørdar. Men tær eru hvørki útreiðsluførdar í roknskapinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu og ei heldur førdar víðari til tær fimm kommunurnar í hesum eldrasamstarvi.

Kommunurnar ikki skuldarbundnar í roknskapinum

Tí eru tær fimm kommunurnar í samstarvinum - Klaksvík, Hvannasund, Viðareiði, Kunoy og Fugloy - ikki skuldarbundnar av hesum 26 milliónunum í teirra roknskapum.

Útreiðslurnar síggjast ikki aftur í kommunalu roknskapunum fyri 2015, tá íløgurnar vórðu gjørdar og handlarnir millum kommunurnar um hesi bæði heim annars fóru fram. Tað er í stríð við lóggávuna, sigur Fíggjarmálaráðið. 

8. juli í fjør fáa tær fimm kommunurnar í Norðoyggjum tí boð um, at roknskapirnir fyri 2015 lúka ikki roknskaparkunngerðina. Orsøkin er manglandi bóking av løguútreiðslunum.

Stríðið stendur við

Og her byrjar eitt hart stríð millum Fíggjarmálaráðið og kommunurnar í Norðoyggjum - eitt stríð, sum framvegis stendur við.

Í allari trætuni halda kommunurnar fast um, at kommunalu eldrasamstørvini eru sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir, sum hava fullan rætt at taka upp lán.

Argumentið hjá Fíggjarmálaráðnum er tvørturímóti, at kommunurnar kunnu ikki gera seg leysar av skuld við at upptaka hesa skuldina umvegis eitt samstarv, sum kommunurnar sjálvar fíggja.

Kommunurnar mótmæltu til fánýtis

Síðani eldraøkið varð flutt út til kommunurnar 1. januar í 2015 hava kommunalu eldrasamstørvini fingið pengar úr landskassanum til at fíggja eldraøkið fyri. Til samans góðar 400 milliónir krónur um árið.

Men í hesari lóggávuni hevur landið tryggjað sær rættin at halda pengar aftur, um ikki kommunurnar halda allar sínar skyldur. Í oktober í fjør er trætan komin hartil, at Fíggjarmálið hóttir at brúka hetta annars ógvusliga amboð í lóggávuni.

Kommunurnar mótmæla - tær tvíhalda um, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki heilmid at halda aftur pengar, sum kommunurnar eiga.

Fíggjarmálaráðið stendur fast við sítt

Men Fíggjarmálaráðið heldur fast um sítt, ráðið metir seg hava púra greiðar heimildir at útseta avrokningar, til viðurskiftini í roknskapinum eru fingin í rættlag.

Síðani í november í fjør hevur Fíggjarmálaráðið tí hildið aftur teir pengar, sum eldraøkið í Norðoyggjum skuldi fingið til raksturin hvønn mánað.

Í rundum tølum er talan um góðar tríggjar milliónir krónur um mánaðin. Higartil eru allar royndir at finna semju endaðar úrslitaleysar.

Góðtaka ikki semingsuppskot

Ein fundur í Tinganesi, hálvan desember í fjør, millum umboð fyri Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Norðoya Bú- og Heimatænastu hinumegin, endar úrslitaleysur.

Í februar í ár biðja borgarstjórarnir í Norðoyggjum um semju. Teir vilja broyta roknskapirnar, um Fíggjarmálaráðið afturfyri er sinnað at gjalda út afturhildnu pengarnar og eisini hækka skuldarloftið hjá kommununum. 

Fíggjarmálaráðið vísir samráðingarupplegginum frá sær. Tað ber ikki til at lata nakað afturfyri at galdandi reglur verða fylgdar, sigur ráðið.

Næsta stigið dagbøtur

Eldraøkið í Norðoyggjum er tó ikki steðgað upp - hetta tíðarskeið hevur Klaksvíkar Kommuna fíggjað Norðoya Bú- og Heimatænastu við sínum egna gjaldføri. Men útreiðslurnar til eldraøkið eru sum ein kavabóltur, ið kommunurnar rulla frammanfyri sær, og sum bara gerst størri og størri.

Fyrsta juni skulu kommunurnar lata inn sínar roknskapir fyri 2016. Verða 2015-roknskapirnir ikki rættaðir, so verður útgangsstøðið fyri 2016 skeivt, og so verða teir roknskapirnir heldur ikki góðkendir, sigur Fíggjarmálaráðið.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er næsta stigið - verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag - at krevja kommunustýrislimirnar í Norðoyggjum eftir dagbótum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561