Seta spurnartekn við framferð

Seta spurnartekn við framferð
Tvey fakfeløg undrast á, at Kringvarpið hevur samráðst við fólk uttanhýsis um innihaldið í einari sjónvarpssending, ið verður send í kvøld
 
04.05.2017 - 09:48

Starvsmannafelagið og Føroysk Miðlafólk, sum eru fakfeløg hjá fjølmiðlafólkunum í Kringvarpinum, undrast á, at Kringvarpið hevur verið í samráðingum við fólk uttan fyri stovnin og roynt at funnið semju um sendingina.

Málið snýr seg um sendingina "Ást fjalir lýti,"  ið snýr seg um eina unga norska kvinnu, Ann Alfredsen, sum fyri 50 árum síðan varð myrd av fyrrverandi unnusta sínum, sum eftir morðið gjørdi av við seg sjálvan.

Familjan royndi at steðga sendingini

Familjan hjá drápsmanninum hevur við advokati roynt at steðga nógv umrøddu sendingini, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19:20.

Greinin heldur fram niðanfyri

Brellbiti_Ast_fjalir_lyti

VIDEO: Brellbiti: »Ást fjalir lýti«

- At Kringvarpið samráðist við fólk uttan fyri stovnin um sendingar, sum Kringvarpið skal senda, setir stórt spurnartekn við óheftnið og redaktionella frælsið á stovninum.

Tað siga Starvsmannafelagið og felagið Føroysk Miðlafólk í sambandi við sendingina "Ást fjalir lýti." Feløgini skrivaðu í gjár opið bræv til leiðsluna í Kringvarpinum, har tey seta stórt spurnartekn við framferðina Kringvarpinum.

Broytingar gjørdar í sendingini

Kringvarpið tók sendingina fyribils av skránni og gjørdi so semju við advokatin hjá familjuni. Nú er sendingin sett á skrá aftur og verður send í kvøld beint eftir Dag og viku.

Suni Merkisstein, sum hevur gjørt sendingina, váttar, at broytingar eru gjørdar í sendingini eftir samráðingar við advokatin hjá familjuni hjá drápsmanninum.

Talan er tó um smávegis broytingar, sum eftir hansara tykki ikki ganga út yvir heildina í sendingini. Hann heldur tó, at sendingin áðrenn broytingina gav eina fjølbroyttari og sannari mynd av drápsmanninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112