Skeivt at læna Bústøðum pening

bannari
Skeivt at læna Bústøðum pening
Fólkaflokkurin vil ikki, at Bústaðir sleppa at læna pengar. Tað skeiklar bústaðarmarknaðin, sigur tingmaður hjá flokkinum
 
10.05.2017 - 12:38

Á álitinum hjá Fíggjarnevndini um lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at loyva Húsalánsgrunninum at læna 250 milliónir krónur í Føroyum til Bústaðir at byggja fyri endurtekur Jacob Vestergaard, at Bústaðir hava skeiklað allan bústaðarmarknaðin í Føroyum. 

Privatar verkætlanir mugu kappast við almenna bústaðarfelagið, sum hevur landskassan í rygginum, og harafturat fær bílig grundstykki frá kommununum, sigur Jacob Vestergaard. 

Skulu halda seg til upprunaliga ætlan

Í staðin fyri at økja virksemið við lántøku, kundu Bústaðir kapitaliserað gomlu útlánini, sum framvegis eru í Bústøðum, sigur Jacob Vestergaard. 

Hann heldur, at Bústaðir eiga at halda seg til upprunaligu ætlanina um at byggja til millum annað fólk við serligum tørvi fyri pengarnar, sum vóru í Húsalánsgrunninum.

Øll hini seks í Fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss. Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið í morgin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025