Neyðugt at seta ferðina niður

Neyðugt at seta ferðina niður
Tøki peningurin hjá Bústøðum røkkur ikki longur. Tríggjar fortreytir mugu fáast í rættlag áðrenn ferðin á byggingini kann setast upp
Skal meira ferð koma á byggingina hjá Bústøðum, at gera fleiri leigubústaðir, mugu í høvuðsheitum tríggjar fortreytir broytast, sigur bústaðafelagið í ársfrágreiðingini fyri 2016
 
12.05.2017 - 12:18

Skal meira ferð koma á byggingina hjá Bústøðum, at gera fleiri leigubústaðir, mugu í høvuðsheitum tríggjar fortreytir broytast. Tað sigur bústaðafelagið í ársfrágreiðingini fyri 2016, ið júst er komin.

Ein orsøk til, at neyðugt er at seta ferðina á byggingini niður, er tøki peningurin hjá Bústøðum, sum ikki røkkur longur. Neyðugt er tí við nýggjari lógarheimild til at fíggja virksemið í framtíðini.

Ikki bara peningurin darvar byggingini

Harumframt hevur tað verið truplari enn væntað, at fáa byggiloyvi til ymisku verkætlanirnar. Trupulleikar við byggisamtyktum, hoyringum og byggiloyvum hava eisini seinkað ella forðað byggingini.

Í triðja lagi hevur tað eisini verið trupult hjá Bústøðum at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini, sum eisini er dýrkað nógv, tí nógv ferð sum heild er á byggivinnuni í Føroyum í løtuni.

Til samans 1.442 fólk standa í løtuni á bíðilista hjá Bústøðum, men hinvegin verða bara 95 nýggjar íbúðir klárar at flyta inn í í 2017. 181 fólk leiga í løtuni bústað frá Bústøðum sambært ársfrágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985