- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna aftur í morgin at atkvøða um yvirtøku
Í morgin klokkan hálvum tvey fer løgtingið aftur at royna at avgreiða lógina um at flyta myndugleikan viðvíkjandi húsfólkarætti, persónsrætti og arvarætti úr Danmark til Føroya, tí løgtingið samtykti hósdagin at yvirtaka málsøkini.
Tað gekst ikki betur enn væl, tá triðja viðgerð var hósdagin.
Tí ikki bar til at atkvøða. Andstøðan fór úr tingsalinum og samgongan megnaði ikki at manna liðið til týdningarmiklu atkvøðugreiðsluna. Ov fá vóru í tingsalinum til at atkvøðast kundi.
Tá avtornaði varð atkvøðugreiðslan útsett til í morgin, mánadagin.
Skeiv orðing
Orsøkin er fyri tað fyrra, at lógaruppskotið er skeivt orðað.
Landsstýrið stendur at hava heimild til at gera altjóða avtalur. Tann heimildin er hjá donsku stjórnini. Og tað vistu tey væl í Heilsu- og innlendismálaráðnum, tá tey gjørdu lógarupskotið. Tí tað stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at landsstýrið hevur ikki heimild at gera altjóða avtalur, tí uttanríkismál eru framvegis felagsøki.
Men lógaruppskotið er komið allan vegin í tingsalin, uttan at sjálvur lógarteksturin er rættur.
Ríkisumboðið gjørdi vart við mistakið, tá onnur viðgerð var í tinginum.
Neyðugt verður tí at koma aftur í løgtingið við rætta tekstinum. Stundir eru til tess, tí yvirtakast skal ikki fyrr enn á ólavsøku næsta ár.
Men andstøðan vil hava rættingina gjørda nú, meðan uppskotið er í tinginum, og vildi tí hava uppskotið aftur í nevnd. Men tað vil samgongan ikki.
Fyrisitingarlig yvirtøka
Hin orsøkin til støðuna hjá andstøðuni er grein 14, annað stykki í hjúnabandslógini, um signingina í kirkjuni, tá fólk eru borgaraliga gift.
Hjúnabandslógin er við í yvirtøkuni. Men fólk í andstøðuni vísa á, at løgmaður hevur longu fyrisitingarliga yvirtikið grein 14, annað stykki. Hann er kærdur til Landsstýrismálanevndina fyri tað. Nevndin er ikki liðug við málið enn.
Hon hevur gjørt eina fyribils niðurstøðu, sum er send løgmanni til ummælis.
Andstøðufólk vilja bíða við atkvøðugreiðsluni, til Landsstýrismálanevndin er liðug við kæruna.
Bara løgtingið kann yvirtaka
Andstøaðn sigur, at bara løgtingið kann yvirtaka.
Tað ber ikki at yvirtaka fyrisitingarliga, sum løgmaður gjørdi, tá hann gav landsstýriskvinnuni í mentamálum boð um at broyta grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, tí tað, sambært løgmanni, varð yvirtikið saman við kirkjuni í 2006.
Tí ber til at broyta greinina nú, áðrenn sjálv hjúnabandslógin er yvirtikin, sigur landsstýrið.
Men tað heldur andstøðan ikki.