Uppskotið latið Løgtinginum

bannari
Uppskotið latið Løgtinginum
Sambandsflokkurin hevur latið Løgtingsskrivstovuni sítt uppskot til fiskivinnunýskipan. Uppskotið skal ætlandi leggjast fyri Løgtingið fríggjadagin
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum til fiskivinnunýskpian er nú latið Løgtingsskrivstovuni
 
16.05.2017 - 18:50

Løgtingsskrivstovan kannar nú uppskotið, so tað kann leggjast fram. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum vil ikki siga hvat ítøkiliga stendur í uppskotinum, men hann sigur at uppskotið er í tráð við tað sum flokkurin almannakunngjørdi seinast í november í fjør.

- Nú er talan um eitt lógaruppskot, og tí eru nógv fleiri smálutir í hesum uppskotinum, enn tað vóru í uppskotinum sum varð almannakunngjørt í november. Men leisturin er tann sami, og uppskotið verður alment fríggjadagin, sigur Bárður Nielsen.

Eftir tí sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi, so verður eingin fiskur seldur á eitt nú uppboðssølu, uttan so at kvotan fer uppum kvotuna, sum hevur verið seinastu 20 árini. Og nýggj fiskasløg, sum kvotur verða settar á, skulu seljast.

Reglur skulu gerast, so eingin kann eiga meir enn ein ávísan part av fiskivinnuni og útlendingar skulu framvegis sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni, mælti Sambandsflokkurin til, tá uppskotið varð almannakunngjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065