Landið fær ikki peningin aftur

bannari
Landið fær ikki peningin aftur
Eykajáttanin til Glasir er ikki eitt útlegg, men ein útreiðsla, sigur fyrrverandi arbeiðstakari
Skúladepilin Glasir verður nógv meira enn 100 milliónir krónur dýrari enn higartil mett
 
16.05.2017 - 14:23

Í hvøssum hoyringarskrivi frá TG Verk ávarar fyrrverandi arbeiðstakarin í Marknagili Løgtingið móti at halda, at pengarnir koma innaftur í landskassan, tá gerðarættarmálið einaferð er avgreitt.

"Sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum er skeivt. Upphæddin, sum Mentamálaráðið biður um, er ikki eitt útlegg, men ein útreiðsla, og seinni verður tørvur á uppaftur fleiri pengum," sigur TG Verk.

Lógartekniskt snýr tað seg bara um at broyta eitt tal í Grein 1, stk.3 í verklagslógini fyri skúladepilin í Tórshavn. Sambært galdandi lóg kunnu byggiútreiðslurnar vera 523 milliónir.

SÍ EISINI 113,5 milliónir afturat til Glasir

Í lógaruppskotinum, sum Rigmor Dam legði fyri Løgtingið í gjár, kunnu byggiútreiðslurnar vera 636 milliónir. 113 milliónir koma also omaná rokningina.

Størsti parturin - 86 milliónir - verður í lógaruppskotinum kallað "útlegg." Tað eru pengar, sum Landsverk roknar við at fáa innaftur í tí trætu við fyrrverandi arbeiðstakaran í Marknagilsdeplinum, TG Verk, sum er vorðið til føroya størsta gerðarættarmál. 

Gerðarættarmálið verður ikki liðugt í ár og neyvan heldur næsta ár. Landsverk, sum er byggiharri í Marknagili, hevur ikki pengar til at gera skúlan lidnan. Verandi játtan er uppi, longu í september. Tað gjørdi Landsverk Mentamálaráðið varug við, 9. februar í ár.

SÍ EISINI Byggjaríið elt frá byrjanini

Nú biður landsstýriskvinnan í mentamálum so Løgtingið um pengar til hetta "útlegg". Av teimum 86 milliónunum skulu 30 milliónir brúkast í ár og hinar 56 næsta ár. Verða pengarnir ikki játtaðir, steðgar alt arbeiðið upp.

Í brævinum til Mentamálaráðið vísir Landsverk á, at stovnurin hevur sett fram eitt samlað krav móti TG Verki, einum føroyskum og einum íslendskum banka um útgjald av bankatrygdum og móti tryggingarfelagnum AXA. Til samans 86,6 milliónir krónur.

Víðari sigur Landsverk seg fyrireika eitt krav móti ráðgevanum Bjarne Ingels Group, BIG.

SÍ EISINI Glasir varð reist í dag

Landsverk metir seg hava rætt til tær 86 milliónirnar - og tí er talan einans um eitt "útlegg" Løgtingið skal bara leggja pengarnar út. Men TG Verk, sum riggaði av í Marknagili í fjørheyst, hevur eina heilt aðra versjón.

Í drúgvum hoyringarskrivi til Løgtingið skírir fyrrverandi arbeiðstakarin sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum at vera skeivt. Talan er absolutt ikki um nakað útlegg - men eina eyka útreiðslu, sum fer at gerast uppaftur størri.

SÍ EISINI Glasir er seinkað til 2018

Høvuðsorsøkin er - sambært TG Verki - at finna hjá Landsverki. Í skrivinum til Løgtingið sigur TG Verk, at verkætlanarleiðslan hjá Landsverki hevur verið út av lagi vánalig, heilt frá byrjan. Uppáhaldini eru millum annað at:

"Projekttilfarið var ikki liðugt, tá Landsverk kravdi at TG Verk skuldi byrja uppá arbeiðið. Óliðugt og ógranskað projekttilfar er orsøkin til, at partar av byggingini máttu takast niður og stórar broytingar máttu gerast, sum høvdu stórar eykaútreiðslur við sær."

SÍ EISINI TG-Verk: Talan má vera um eina misskiljing

TG Verk nevnir nógv umrøddu roknivilluna í trappukjarnunum sum dømi:

"Tað snýr seg um ein grundleggjandi projektfeil í statisku skipanini í tí samlaða bygninginum, sum hevði við sær, at fleiri bygningslutir skuldu takast niður aftur og at samlaða, berandi konstruktiónin skuldi umprojekterast og gerast heilt øðrvísi enn upprunaliga projekterað."

"Ein álvarslig villa, sum er ábyrgdin hjá byggiharranum og hansara ráðgevum. Avleiðingarnar kundu verið vanlukkuligar, sigur TG Verk, sum leggur Landsverk undir manglandi innlit í álvarsligu støðuna."

SÍ EISINI Gerðarættarmálið ikki liðugt í ár

TG Verk metir eina av høvuðsorsøkunum til ósemjuna við Landsverk vera, at byggiharrin ikki hevur havt neyðuga stýring og evni at taka støðu, fyri at tryggja framdrift í byggingini.

Harumframt hevur Landsverk gjørt alt ov lítið fyri at verja Marknagilsdepilin móti skaðum, ið veður og vindur gera á ein bygning, sum ikki er tættur. TG Verk minnir eisini Løgtingið á, at Landsverk hevur ikki tryggjað seg fyri meira enn 10 milliónir krónur.

"Øll, sum hava innlit í byggimál í líknandi stødd, vilja ivaleyst meta hesa upphædd óhóskandi og sera lága í mun til verkætlanar-støddina, kompleksitetin og ráðgevarasamsýningina," skrivar TG Verk.

SÍ EISINI Húsagangur hóttir Glasir

Byggifyritøkan hevur í sínum lagt sett krøv móti Landsverki fyri góðar 72 milliónir krónur. Og TG Verk boðar Løgtinginum frá, at fleiri krøv koma afturat. TG Verk endar hoyringarskrivið til Løgtingið soleiðis:

"At Landsverk hevur tørv á fíggjarligum útleggi samsvarandi krøvunum mótvegis TG Verk, fyri at liðugtgerða arbeiði, sum TG Verk ikki hevur gjørt og fyri at gera arbeiði umaftur, sum TG Verk longu hevur gjørt, er eitt postulat, ið ikki samsvarar við veruleikan."

SÍ EISINI Dýrt at steðga arbeiðinum

"Rætta orðingin er nokk heldur, at tað skal brúkast til at útføra arbeiði, sum upprunaliga vóru manglar í projektinum og fyri at halda eykaútreiðslur, sum skyldast egnari væntandi stýring og samskipan."

Umframt tær 86 milliónir krónurnar, sum í lógaruppskotinum verða nevndar "útlegg", biður Rigmor Dam Løgtingið um at játta fleiri pengar til innbúgv og flagtekju.

Innbúgvið eru maskinur til tekniska skúla, sum ikki eru við í upprunaligu verklagslógini. 1.viðgerð av lógaruppskotinum, sum varð lagt fram í gjár, verður fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982