Fleiri áhugað í at leiga

Fleiri áhugað í at leiga
Tórshavnar Havn hevur fingið fleiri fyrispurningar og onkrar ítøkiligar umsóknir um at leiga siluna í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn
Fleiri eru áhugað í at leiga siluna í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn
 
18.05.2017 - 08:01

Tað upplýsir Anfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn, fyri útvarpinum. Evstamark at søkja leigumálið var mánadagin.

Silan skal nýtast til vistaveiting, matstovuvirksemi - bæði til tey, sum hava dagliga gongd í Sjóvinnuhúsinum, men eisini sum vanlig matstova.

SÍ EISINI Málið ikki viðgjørt politiskt

Samlaða gólvvíddin er umleið 590 fermetrar, í tveimum hæddum. Tilboðini verða nú kannað, og avgerð verður tikin í hesum mánaðinum ella fyrst í juni, sigur Anfinn Hjelm.

Tá støða er tikin til, hvør sleppur at leiga siluna, og tá sáttmáli eisini er gjørdur við Fróðskaparsetrið, er alt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn leigað út.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444