Mótmæla broytingar í hjúnabandslógini

Mótmæla broytingar í hjúnabandslógini
Umboð fyri kirkjur og samkomur í Føroyum fara leygardagin at mótmæla ætlaðu broytingunum í hjúnabandslógini
Tað fer ikki aftur við borðinum, at broytingarnar í hjúnabandslógini nú týsdagin koma til triðju og seinastu viðgerð í Løgtinginum
 
26.05.2017 - 10:17

Tað fer ikki óátalað aftur við borðinum, at broytingarnar í hjúnabandslógini nú týsdagin koma til triðju og seinastu viðgerð í Løgtinginum.

Ein felagsskapur av fólki, sum umboðar samkomur og kirkjur í Føroyum, rópar nú varskó, áðrenn hjúnabandslógin fer til triðju og seinastu viðgerð týsdagin.

"Endamálið er at vísa Føroya Løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini," siga stigtakararnir millum annað í fráboðan á Facebook um mótmælistiltakið.

Greinin heldur fram niðanfyri

"Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu," siga stigtakararnir.

Tað eru fólk, sum umboða kirkjur og samkomur í Føroyum, ið skipa fyri mótmælistiltakinum leygardagin klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688