Sólkrem lúka ikki krøvini

Sólkrem lúka ikki krøvini
Bara átta av 45 sløgum av sólkremum lúka krøvini hjá norska brúkarastovninum. Fleiri sløg verða eisini seld í Føroyum
Meginparturin av sólkremum lúka ikki krøvini hjá brúkarastovninum í Noregi. Nøkur sløg verða eisini seld í Føroyum
Mynd: forbrukerradet.no  
 
21.06.2017 - 08:57

Fleiri av kremunum hava eyka tilsett evni, sum elva til ovurviðkvæmi, umhvørvisskaðilig evni og hormonórógvandi evni, sum ikki lúka krøvini hjá norska brúkastovninum.

Í kanningini eru sløg av sólkremi, sum føroyingar brúka, eitt nú Nivea og Garnier. Norski brúkarastovnurin hevur kannað 45 sløg av sólkremum. Av teimum eru 32 til vaksin og 13 til børn.

Sólkremini eru keypt á apotekum, í handlum, sum selja smyrsl, matvøruhandlum og klædnahandlum. Kannað er, um skaðilig evni eru í sólkreminum.

Sí øll sólkremini her Solkremtesten 2017 (letur upp í nýggjum kaga)

Úrslitið av kanningunum vísir, at bara fimm av sólkremunum til vaksin vóru í lagi, sambært norska brúkarastovninum, forbrukerradet.no

Til samans 11 sløg høvdu evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi. Fýra sløg høvdu samansetingina EDTA, sum er umhvørvisskaðiligt, og 12 sløg høvdu hormon, sum innihald órógvandi evni.

Tað vóru bara trý sløg av sólkremi til børn, ið vóru í lagi. Seks sløg høvdu evni, sum vóru umhvørvisskaðilig, trý sólkrem kundu elva til ovurviðkvæmi, og eitt sólkrem hevur hormon, sum ávirka kroppin, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770