Nakrar heimagreiðslur óvirknar

Nakrar heimagreiðslur óvirknar
Heimabankin hjá nøkrum føroyingum riggar ikki, sum hann skal í løtuni. Trupulleikin verður ikki loystur fyrr enn í næstu viku
Heimagreiðslan og Heimabankin hjá føroysku peningastovununum, tað vil siga heimabankin hjá teimum, sum ikki hava Nem-ID, er óvirkin í løtuni
 
22.06.2017 - 15:37

Heimagreiðslan og Heimabankin hjá føroysku peningastovununum, tað vil siga heimabankin hjá teimum, sum ikki hava Nem-ID, er óvirkin í løtuni. 

Danska KT-fyritøkan, SDC, hevur gjørt dagføringar í heimagreiðsluskipanini, og tá seinasta dagføring varð gjørd fríggjadagin, gjørdist tænastan óvirkin. 

Heimagreiðslan er norsk loysnin, og norðmenn góvust at menna skipanina í fjør.  Tí riggar gamla skipanin verri og verri. 

Vita meira í næstu viku

Fía Selma Nielsen, rakstrarleiðari í Betri Banka, sigur, at tey kanna nú brekið, og meira fæst at vita í næstu viku.

Spurd, hvat viðskiftafólkini so skulu gera, sigur hon, at tey kunnu annaðhvørt fáa sær Nem-ID, tí tann skipanin riggar, ella kunnu tey ringja til peningastovnin og fáa hann at gera flytingarnar. 

Av tí at talan er um óvirkna tænastu hjá bankanum, verður einki ómaksgjald kravt fyri tað. Tað kostar annars 40 krónur fyri hvørja flyting, sum tú ringir til bankan og biður tey flyta, sigur Fía Selma Nielsen, rakstrarleiðari í Betri Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025