Tórshavnar kommuna orðar bústaðarpolitikk

bannari
Tórshavnar kommuna orðar bústaðarpolitikk
Tórshavnar kommuna hevur sett eitt fólk í starv burturav at arbeiða við bústaðarneyðini.
 
23.06.2017 - 13:18

Nógv tann størsti fólkavøksturin í Føroyum er í Tórshavnar kommunu. Talið á borgarum í høvuðsstaðarkommununi er nú komið upp um 21.000 borgarar, og býurin stendur fyri meira enn helvtini av øllum fólkavøkstrinum í landinum. 

Hetta ger, at kommunan hevur avbjóðingar at fylgja við tørvinum, sum er. Kommunan hevur tí sett ein samfelagsfrøðing í eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv í eitt ár at arbeiða við menning við høvuðsdenti at finna loysnir í bústaðarmálinum.

Tað váttar Bjørgfríð Ludvík, kommunustjóri.

Tórshavnar kommuna arbeiðir við at gera ein bústaðarpolitikk. Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini í vikuni, tann 19. juni, var málið umrøtt, og nevndin samtykti, at umsitingin skal leggja upprit til bústaðarpolitikk fyri nevndina á næsta fundi. 

Uppskotið til eina bústaðarvisjón er, at "allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava møguleika at búgva í einum góðum bústaði, í einum góðum býi við fjølbroyttari fólkasamanseting".

Eitt dátugrundarlag er gjørt til ein bústaðarpolitikk. Har sæst m.a., at nógv tey flestu búgva í sethúsum í Tórshavnar kommunu, men at aðrir búformar nú vinna fram. Tilsamans vóru 6.364 bústaðir í Tórshavn í 2016, harav vóru 5.042 sethús. Tað eru 79 prosent. Tví- og raðhús stóðu fyri 13 prosentum, og íbúðir standa fyri einans 8 prosentum av bústøðunum.

Sambært uppritinum er ætlanin, at sethúsini skulu telja 40 prosent, tví- og raðhús skulu vera 40 prosent, og íbúðir skulu vera 20 prosent av øllum bústøðum. Fyri at náa hesum máli verður neyðugt at virka fyri, at íbúðarbyggingin verður raðfest, og bústaðarpolitikkurin skal vísa á átøk, sum virka fyri hesi visjón.

Tað er millum annað hetta, sum nýsetta fólkið í Tórshavnar kommunu nú skal arbeiða við. Skal kommunan sjálv útvega bústaðir, og hvussu skal hetta gerast. Hvussu skal kommunan samstarva við ymsar aðrar aktørar. Skal kommunan veita lendi til privata bygging. Hvussu tætt skal kommunan byggja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650