Statens Kunstfond keypt trý gipsverk

Statens Kunstfond keypt trý gipsverk
Danski listargrunnurin Statens Kunstfond hevur keypt trý gipsverk eftir Jóhan Martin Christiansen.
 
17.08.2017 - 11:25

Listarverkini, talan er um, eru á framsýningini SPOR, sum er at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Listarverkini eru næstan hálvan triðja metur høg og næstan ein metur breið og eru stoypt í gipsi og jarni við restum av eitt nú pappi, grasi, leyvi, sniglasporum, blekki og klisturbandi.

Statens Kunstfond, skrivar soleiðis í grundgevingini fyri keypinum av listarverkunum: 

”Tað er góðskan í framleiðsluni og tað listarliga talentið, ið er avgerandi fyri, um vit keypa eitt verk. Samstundis skulu innkeypini endurspegla eina breidd og fjølbroytni í samtíðarlistini, og verkini skullu kunna koma til sín rætt í almenna rúminum.

 Framsýningin SPOR er opin hvønn dag til og við sunnudagin tann 20. august á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. 

SPOR hevur eisini verið sýnd í Listasavni Føroya í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161