Alpha Pilot tikin úr sigling

Alpha Pilot tikin úr sigling
Alpha Pilot er tikin úr siglingini um Kalsoyarfjørð, tí loyvið hjá bátinum at flyta ferðafólk er útgingið. Silja Star fer at røkja siglingina
 
24.08.2017 - 15:37

Alpha Pilot, sum avloysti Sam á Kalsoyarleiðini, er tikin úr sigling, tí Sjóvinnustýrið hevur gjørt Strandferðsluna varuga við, at loyvi hjá Alpa Pilot at flyta ferðafólk, er útgingið. Tað váttar Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Tí verður Silja Star nú sett inn í siglingina á Kalsoyarleiðini, til Sam verður aftur. Sam stendur á beding í Havn, tí hann fekk skaða, tá ein stakkari koyrdi um borð.

Ein stakkari verður brúktur til at stápla bingjur við. Sam verður væntandi aftur í sigling leygardagin, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083