- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein leiðsla fyri sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið skal nú hava eina leiðslu, og tað verður stjórin á Landssjúkrahúsinum, sum verður forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.
Tað hevur landsstýriskvinnan í Heilsumálum gjørt av.
Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum.
Bygnaðurin frameftir verður eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti.
Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, verður lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018, sæst í tíðindaskrivinum frá heilsumálaráðnum.

























