Spenningur í bestu deildini hjá kvinnunum

Spenningur í bestu deildini hjá kvinnunum
Spenningurin er aftur stórur í bestu deildini í fótbólti hjá kvinnum eftir dagsins umfar.
 
03.09.2017 - 16:29

Felagsliðið EB/Streymur/Skála vann 4-0 á ÍF/Víkingi, samstundis sum HB og KÍ spældu 1-1 í Gundadali í Havn.

Hetta hevur við sær, at EB/Streymur/Skála nú hevur 45 stig fyri 17 dystir. KÍ hevur 40 stig fyri 15 dystir, so KÍ kann endurvinna oddasessin, um tær vinna dystirnar, tær eiga til góðar. 

 

Hittast næstu ferð

Hinvegin hittast júst hesi bæði liðini, EB/Streymur/Skála og KÍ við Margáir í Streymnesi á seinasta leikdegi, so 20. leikumfar kann enda sum eitt satt finaluumfar.

Triðji dysturin í dag var millum árstalsfeløgini B36 og B68. Tann dysturin endaði 1-1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542