Fimm vilja verða næsti landslæknin í Føroyum

Fimm vilja verða næsti landslæknin í Føroyum
Aðru ferð søkt varð eftir landslækna, tí fyrru ferð søkti eingin um starvið
Henrik L. Hansen hevur verið virkandi landslækni í Føroyum, síðani Høgni D. Joensen gavst.
 
06.09.2017 - 09:59

Fimm umsóknir eru komnar til starvið sum landslækni í Føroyum.

Tað upplýsir Styrelsen for Patientsikkerhed í Danmark, sum hevur lýst starvið leyst.

Umsóknarfreistin er farin. 

Hetta er aðru ferð, at roynt verður at fáa fólk í starvið.

Søkt varð fyrru ferð síðst í mars, og tá var umsóknarfreistin 23.apríl. Eingin søkti tá.

Setanarsamrøður verða nú fyrstu vikurnar í september.

Væntað verður, at nýggi landslæknin tekur við 1.november.  

Eingin ætlan um yvirtøku

Landslæknin í Føroyum er danskt málsøki. 

Seinastu trý árini, síðani Høgni D. Joensen gavst, hevur Henrik L. Hansen røkt landslæknaembætið. 

Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í 2014, ætlaði at yvirtaka landslæknaembætið. 

Men tað var tó av ongum, áðrenn løgtingsval var í 2015.

Í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493