Nógvar tómar sengur og fleiri í somu song um dagin

Nógvar tómar sengur og fleiri í somu song um dagin
Stórur munur er á innleggingarprosentinum í teimum trimum sjúkrahúsinum í Føroyum
Á Føðingardeildini á Landssjúkrahúsinum var leggingarprosentið 103,4 í fjør.
 
06.09.2017 - 12:53

Nógvar sengur standa tómar á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Leggingarprosentið var knappliga hálvthundrað í Suðuroynni í fjør, og til 1.juni í ár var tað 55,7.

Í Klaksvík var leggingarprosentið 72,1 í fjør og 81,2 til 1.juni í ár.

Tølini eru í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu. 

Við fylgjarum, sum eru innlagdir, eru tølini eitt vet størri.

Yvir 200 prosent á Barnadeildini

Á Landssjúkrahúsinum eru nógvar innleggingar. Har var prosentið 102,6 í fjør, 195,3 á Barnadeildini.

Fyrra hálvár í ár var innleggingarprosentið 92 á Landssjúkrahúsinum, men tó 218,1 á Barnadeildini.

Talið í Havn fer upp um 100 prosent, tí roknað er bara við heilum seingjardøgum. 

Verður ein sjúklingur innlagdur um morgunin og útskrivaður aftur á middegi, so telur hetta sum ein seingjardagur. 

Verður ein annar sjúklingur lagdur í somu song eftir døgurða, telur tað fyri ein seingjardag afturat. 

Altso tveir dagar fyri somu song sama dagin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609